Innanlands

Uppsjóvarskipini farin aftur á svartkjaftaveiðu

Føroysku uppsjóvarskipini, sum hava ligið vegna veður seinastu tíðina, eru farin aftur á svartkjaftaveiðu

Mynd: Fishfacts.fo

Mynd: Fishfacts.fo

2024-02-04 20:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroysku uppsjóvarskipini hava ligið við bryggju seinastu tíðina vegna veður, men nú hava tey loyst aftur, og farin aftur til fiskiskap í føroyskum sjógvi.

Meginparturin av uppsjóvarskipunum hevur ligið við bryggju í Runavík. Tó hava nøkur ligið á Havnini og oknur á Anunum og í Fuglafirði.

Ringa veðrið seinastu dagarnar hevur havt við sær at sera lítil fiskiskapur hevur verið í skipabólkunum seinastu vikuna, men nú kemur gongd á aftur.

Uppsjóvarskipini eru øll farin á svartkjaftaveiðu aftur, tó liggur Norðborg enn á Ánunum, meðan Ran og Hoyvík liggja á Hulki á Strondum.

Uppsjóvarskipini leita eftir svartkjafti sunnanfyri og eystanfyri í føroyskum sjógvi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder