Ikki síðan áðrenn makrelkreppuna, hevur føroyski útflutningurin til Russlands verið so lítil, sum hann er nú.
Nýggjastu útflutningstølini hjá Hagstovuni eru fyri juli mánaða og tey vísa, at útflutningurin til Russlands var knappar fimm milliónir krónur, og at tað so at siga einans er brennievni til russisk skip
Tølini hjá Hagstovuni vísa, at besti mánaður til útflutning til Russlands var í oktober 2019, tá vit útfluttu fyri yvir 380 milliónir krónur.
Útflutningurin til Russlands tók dik á seg umleið 2011 um sama mundið, sum sokallaða makrelkreppan tók seg upp, og ES stongdi sínar havnir fyri føroyskum skipum og uppsjóvarvørum orsaka av ósemjuni um ásetan av kvotum.
Síðan tá hevur ein munandi partur av føroyska útflutninginum verið til Russlands. Men eftir innrásina í Ukreina á vári 2022 fall útflutningurin frá at vera oman fyri 300 milliónir krónur um mánaðin og niður á umleið 30. Farna vetur øktist sølan til Russlands aftur, men nú havnastongsulin er settur í verk, er hetta virksemið fallið niður í næstan einki. Í mai í ár útfluttu vit fyri knappar 40 milliónir krónur, í juni fyri góðar 22 milliónir og í juli fyri 4,9 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald