Innanlands

2.400 tons av sild landast til Varðan Pelagic

Gøtunes hevur landað 1.200 tons av sild, og Tummas T skal landa somu nøgd til Varðan Pelagic

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-12-01 09:30 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur júst landað 1.200 tons av sild til Varðan Pelagic.

Liðugt varð at landa Gøtunes í morgun, og síðan slapp Tummas T framatt við somu nøgd - 1.200 tonsum av sild.

Bæði skipini hava fiskað sild í føroyskum sjógvi, og báðar lastirnar vórðu landaðar til Varðan Pelagic á Tvøroyri. 

[object Object]Tummas T (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder