2021-11-26 10:26
Nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum, hevur seinastu dagarnar ligið á Havnini og bíðað eftir landingartørni.
Birita, sum skipið kallast, er skrásett í Havn, og hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
- Skipið hevur 955 tons av sild, og vit sleppa framat at landa seint í kvøld, sigur Birgir Lützen, reiðari.
Hettta er fyrsti túrurin hjá skipinum undir føroyskum flaggi.
Birita fer helst aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald