Innanlands

Emerald komin aftur av royndartúrinum

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum kom á Havnina í kvøld, eftir at skipið hevur verið royndartúr eystanfyri Føroyar.

Emerald koma Havnina klokkan 21 í kvøld (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Emerald koma Havnina klokkan 21 í kvøld (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2023-08-08 22:19 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, verksmiðjutrolarin Emerald, kom í kvøld aftur á Havnina, eftir at skipið hevur verið royndartúr eystanfyri í føroyskum sjógvi.

Emerald er við sínum 88 metrum í longd og yvir 18 metrum í breidd, eitt tað størsta skipið av sínum slag. Samstundis er Emerald eisini ein tann framkomnasti trolarin av sínum slag í heiminum.

Tað var sunnudagin at Emerald loysti av Havnini og fór royndartúr, sum hevur eyndast væl.

Jákup Joensen, sum er annar av skiparunum umborð, upplýsir, at royndartúrurin eydnaðist væl tó eru onkrar broytingar, sum skulu gerast, og sum er heilt vanligt tá ið nýggj skip gera slíkar royndartúrar.

Emerald verður liggjandi í eini 10-14 dagar aftrat, og síðani fer trolarin, sum fyrst og fremst skal fiska rækjur, til fiskiskap.

Emerald hevur trý rækjuloyvir. Emerald kann fiska rækjur í altjóða sjógvi í Barentshavinum, og í norskum sjógvi.

Umframt hetta, hevur Emerald eisini 149 dagar við Svaldbard umframt at skipið eisini hevur 1.409 tons av rækjum í russiskum sjógvi.

Emerald kostaði umleið 400 milliónir krónur, og er bygdur á Tersan Skipasmiðjuni í Turkalandi. Skipið kom til Føroyar fyri fyrstuferð tann 13. juli.

Les eisini: Myndir: Emerald loksins komin heim til Føroya

Les eisini: Video: Emerald úr erva

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder