Útbyggingin av smoltstøðini í Nauteyri í Íslandi, sum alifelagið Háafell eigur, gongur væl. Fyrsta byggistig av stóru verkætlanini er nú liðugt, og er hetta ein varði á vegnum í góða samstarvinum sum Háafell og føroyska felagið KJ hava havt í fleiri áratíggju.
Fyrsta byggistigið fyri Háafell er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at bjóða seg fram í Íslandi, har KJ hevur verið í fleiri ár. Fyrsta byggistig er ein høll við fýra stórum kørum, ið tilsamans geva 2.400 rúmmetrar. Nauteyri liggur í Ísafirði, einum av Vestfirðunum í útnyðringshorninum av Íslandi.
Her hevur KJ staðið fyri arbeiðinum at leggja rør í jørðina, sveising og legging av plastrørum, umframt veitan og uppsetan av tekniskari útgerð. Starvsfólkini hjá Háafell gera í løtuni royndarkoyringar í nýggju umstøðunum.
Arbeiðið steðgar tó ikki her, tí næsta byggistig er longu farið ígongd. KJ hevur lagt rørleiðingar í lendið og arbeiðið við at byggja bygningin er væl ávegis.
Gauti Geirsson, stjóri hjá Háafell, sigur:
- Vit eru sera glað fyri at hava gjørt avtalu við KJ um veitan og uppsetan av rørleiðingum og tekniskari útgerð til útbyggingina hjá okkum. Vit hava samstarvað við KJ í 20 ár, har vit m.a. eisini hava keypt tvíkiljur og aliringar frá teimum. Hetta ger, at vit kenna okkara veitara sera væl.
Í januar mánaði í 2023 veitti KJ eina tvíkilju til Háafell, sum var 15 metrar long og 8 metrar breið. Tvíkiljan fekk navnið Kofri, og var bygginummar 61 í røðini av tvíkiljum frá KJ. Eisini eru dygdargóðir aliringar veittir til Háafell, seinastu tvey áratíggini.
Íslendski marknaðurin hevur sera stóran týdning fyri KJ. Tí luttekur fyritøkan á stóru aliráðstevnuni Lagarlíf 2024, sum verður hildin í Reykjavík í hesi vikuni.
Fyri góðum trimum vikum síðani luttók KJ eisini á stóru ali- og fiskivinnumessuni, IceFish2024.
Tíðindaskriv frá KJ
(myndir: KJ)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald