Innanlands

Nógv arbeiði hjá Varðanum Pelagic

Beinur, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum og Gøtunes hava øll fisk til Varðan Pelagic

2024-10-30 22:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Varðanum Pelagic hava tey úr at gera við at arbeiða fiskin, sum skipini landa til virkið fyri tíðina.

Christian í Grótinum hevur landað 1.100 tons av sild, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi. Christian í Grótinum hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin.

Tróndur í Gøtu hevur verið á sildaveiðu eisini, og hevur 1.200 tons av sild til Varðan Pelagic, sum eisini er fiskaður í íslendskum sjógvi, og hevur eisini havt góðan fiskiskap hendan túrin.

Beinur er skal landa 1.200 tons av makreli til Varðan Pelagic, sum er fiskaður í bretskum sjógvi, og Gøtunes er ávegis á Tvøroyri við 1.200 tonsum av sild, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder