Innanlands

Sildafiskiskapurin er góður í føroyskum sjógvi

Norðborg fór til fiskiskap fríggjadagin, og hevur longu sett kós móti landi við fullari last

2021-11-28 13:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroysku uppsjóvarskipini, sum seinastu tíðina hava fiskað sild í íslendskum sjógvi, eru nú komin í føroyskan sjógv, har fiskiskapurin er góður.

Eitt av skipunum er Norðborg, sum skal landa í Ánunum í morgin.

- Vit hava sett kós móti landi, og vit hava 1330 tons av sild, har meginparturin - 1000 tons, er sildafløk, meðan 330 tons eru rundfryst, sigur Jón Rasmussen, skipari.

Hann upplýsir eisini at teir hava nakað av mjøli og lýsi.

Sum vanligt, so kemur Norðborg á Fuglafjørð fyrst, har skipið verður í nátt og skal bunkra og landa mjøl og lýsi.

Norðborg skal síðan landa veiðuna í Ánunum í morgin.  

[object Object]Mynd: Fishfacts.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder